Til ber at leita eftir persónum (heimildarfólki ella innsavnara), bygdum, “evni” og árstali - um tað er skrásett. Harumframt ber til at leita eftir ávísum bondum við bandnummari. Tað ber eisini til at leita eftir fríteksti – t.d. kvæðaheiti. Í summum førum koma úrslit fram sum brot á bandi, men tað kann vera neyðugt at klikkja manuelt á spælaran, við viðmerkta minutt/sekundtalið – skipanin megnar tíverri ikki at finna brot fram av sær sjálvum.
Hetta kemst av, at talgilda savnið í stóran mun endurspeglar ítøkiliga savnið á Føroyamálsdeildini, og í flestu førum eru bondini ikki klipt sundur í samrøðubitar, men finnast bara sum heil bond í skipanini. Ófullfíggjað skráseting merkir eisini, at fyri tað um eitt ávíst kvæði ikki kemur fram í leitiúrslitunum, so kann tað kortini vera á onkrari upptøku – so um tú kennir heimildarfólk og upptøkustað ella árstal, eru góð líkindi fyri at finna tað tú leitar eftir. Í frítekstleitingini ber til at leita eftir fleiri orðum í senn, t.d. “Navn1” og “Navn2” ella “Navn” og “vísa”.
Gev gætur, at í summum førum eru bygdir skrásettar í hvørjumfalli – t.d. koma fá úrslit fram um tú leitar eftir “Fuglafjørður”, men skrivar tú “Fuglafirði” koma fleiri úrslit fram.
Í fleiri førum finnur skipanin upptøkur sum “tíverri enn ikki eru tøkar”. Orsøkirnar kunnu vera fleiri, fyrst og fremst so eru allar upptøkur ikki talgildar enn og í øðrum førum hava vit ikki fingið tilsøgn at leggja upptøkuna út alment enn. Vit arbeiða áhaldandi við at fáa tilsagnir til vega, og um onkur varðar av onkrum heimildarfólki, har upptøkurnar ikki eru lagdar út, vilja vit fegin frætta frá tykkum á telduposti FMDsavn@setur.fo.
Rættindi til upptøkurnar í talgilda bandasavninum eiga ymsir partar, fyrst og fremst savnarar og heimildarfólk og eftirkomarar teirra. Tær upptøkur, sum eru lagdar út, kunnu nýtast frítt til privata nýtslu, undirvísing og gransking. Um nakar ætlar at nýta tilfarið til annað enn egna nýtslu, undirvísing ella gransking, skal loyvi umbiðast frá teimum, ið eiga rættin til ávísu upptøkuna. Óheimilað endurgeving við vinnuligum endamáli fyri eyga ella sokallað “sampling” er bannað. Hava tygum spurningar um nýtslurættin á ávísum upptøkum, kunnu tygum venda tygum til FMDsavn@setur.fo fyri nærri kunning og upplýsingar um rættindahavarar, í teimum førum tað er tøkt.
The rights to the sound recordings on this web page, are administered by various collectors, and other rights holders, mainly descendants of collectors and singers. The material is intended for private purposes, teaching and research. Any commercial or non-commercial uses must be cleared by the specific rights holders. Unauthorized reproduction for commercial purposes or sampling is prohibited. For questions regarding the use of any material in this archive, please contact FMDsavn@setur.fo.